Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu.Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu 04-02-2010
Vaksandi skipaferðsla í Fuglafjarðar havn.
Januar 2010 setti met.
Bæði í 2008 og í 2009 er skipatalið vaksandi. Men tað er serliga bruttotonsatalið, ið veksur nógv, tað vil siga at tað eru gjøgnumgangandi størri skip, ið koma á Fuglafjørð.
Skipavitjanirnar í 2008 vórðu 728 og tonsatalið 1.105.000 (BT) brutto tons.
Skipavitjanirnar í 2009 vóru 759 og tonsatalið 1.370.000 brutto tons (BT).
Í januar mánaða í ár vóru 61 skipavitjanir, meðan tonsatalið BT vóru heili 202.000 og sosattt besti mánaði nakrantíð.
Stóru skipini, ið javnan vitja Faroe Bunkers, eru høvuðsorsøkirnar til vøksturin.
Fuglafjarðar kommuna
Sigurð S. Simonsen
borgarstjóri
| | |
|
|